

Tveir bilførarar ansaðu ikki eftir børnunum
Løgreglan hevur kannað ferðsluna við skúlan á Giljanesi
Áki Bertholdsen
16. september 2023 kl. 09:29
Í gjár var løgreglan við skúlan á Giljanesi og kannaðu ferðsluna um tað mundi, tá ið skúlin byrjaði. Í hesum føri fingu fýra bilførarar bót og klipp í koyrikortið.
Løgreglan sigur, at ein næmingur kom í skúla á prutli, hóast var ov ungur at hava koyrikort. Løgreglan sigur, at hetta fara tey at fáa eitt prát við foreldrini um
Ein bilførari fekk bót fyri ikki at sita í trygdarbelti.
Og tveir bilføarar fingu bót og klipp í koyrikortið fyri ikki at ansa eftir, at barnið, tey høvdu í bilinum, brúkti kravdu trygdarútgerð.
Ein bilførari syrgdi ikki fyri, at barnið sat í trygdarbelti og ein syrgdi ikki fyri at barnið hevði barnastól at sita í.
Tað gevur 1.500 krónur í bót og klipp í koyrikortið.