Tveir bilførarar fingu stóra bót í gjár

Teir vórðu báðir tiknir í Eysturoynni

Áki Bertholdsen
10. apríl 2024 kl. 08:39

Í gjáramorgunin var løgreglan í Eysturoynni og kannaði ferðsluna. Løgreglan sigur, at fimm bilar vórðu kannaðir og tað merkiliga av tí var, at tríggir av bilførarunum fingu bót.

Ein fekk bót fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan hann koyrdi. So var støðan munandi verri hjá hinum báðum, tí teir høvdu ikki koyrikort, tí teir høvdu báðir mist tað.

Annars koyrdi í frádømingartíðini og tað merkir, at hann hevði mist koyrikortið í eina tíð, men at tíðin var ikki farin, so at hann kundi taka tað aftur. Og tað er ofta ein dýr søga, tí tað kostar eina heila mánaðarløn í bót, tað er ein løn eftir skatt.

Hin bilførarin hevði bara ikki fingið upp í lag at taka koyrikortið aftur, og tað kostar 5.000 krónur í bót.