Tveir dráttir verða í Gekkinum fríggjakvøldið

Seinasta fríggjakvøld hendi eitt mistak, tá spælt var um fulla plátu. Tann, sum av røttum átti at snarað hjólinum, var av misgáum avvístur, tá hann ringdi inn. Spælið fríggjakvøldið byrjar tí við, at hesin hepni vinnarin sleppur at snara hjólinum komandi fríggjakvøld

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/kvf.fo)
Tíðindaskriv
1. februar 2023 kl. 16:07

Tað var Napoleon Vestergaard úr Hvalvík, sum ringdi inn fyri konuna, Yanisu, sum hevði fingið fulla plátu.

Tað, sum hendi, var, at fyrst ringir ein inn til Gekkin, sum ikki hevði rætt kontrolltal, og tað tók eina løtu at fáa greiðu á hesum. Hetta skapaði nakað av órógv, sum tíverri hevði við sær, at Napoleon Vestergaard, sum var næstur at ringja inn, eisini bleiv avvístur í telefonini, meðan tann triði við fullari plátu slapp ígjøgnum at snara hjólinum.

Komandi fríggjakvøld sleppur Yanisa loksins at snara hjólinum. Hon hevur gjørt av at býta gekkaupphæddina í tríggjar leypar við 800.000 krónum í hvørjum leypi. Alt eftir, um Yanisa rakar ein leyp ella ikki, verður gekkaupphæddin í seinna dráttinum fríggjakvøldið antin 1,6 milliónir krónur ella 2,4 milliónir krónur.