Tveir dystir í Betri-deildini fluttir

Góðu úrslitini í evropeiskum fótbólti gera, at nakrar broytingar eru í skránni hjá Betri-deildini komandi dagarnar.

Katrin Erlendsdóttir
30. juli 2022 kl. 12:33

Tað hevur gingist Føroyum so mikið væl í evropeiskum fótbólti í summar, at nú 3. umfar í UEFA Conference League skal spælast, eru bæði KÍ og B36 framvegis við í kappingini. Hetta ávirkar kappingina í Betri-deildini nakað, soleiðis at nakrir dystir mugu flytast.

Eftir nøkur avbera góð avrik hjá føroysku liðunum, ið hava tikið lut í evropeiskum dystum í summar, hevur Kappingarnevndin hjá FSF gjørt smávegis broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum

Í fyrsta umfari blivu ársins ólavsøkudystir í Gundadali millum B36 og Skála, og HB og Víking, fluttir til sunnudagin 31. juli. Men nú er greitt, at dysturin millum HB og Víking enn einaferð er fluttur, og í staðin verður týsdagin 2. august klokkan 18:00, upplýsir Fótbóltssamband Føroya.

Eisini dysturin B68 móti B36, sum skuldi vera á Svangaskarði sunnudagin 7. august er fluttur. Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at hesin dystur verður útsettur til mikudagin 24. august.

 Í 3. umfari í UEFA Conference League spælir KÍ móti FC Ballkani úr Kosovo, meðan B36 fer til Danmarkar og møtir danska Superligafelagnum, Viborg FF.

Skráin fyri evropisku dystirnar sær soleiðis út:

 

Mikudagin 3. august

Viborg FF – B36

 

Hósdagin 4. august

FC Ballkani – KÍ

 

Týsdagin 9. august

B36 – Viborg FF (á Tórsvølli kl. 19:00)

 

Hósdagin 11. august

KÍ – FC Ballkani (á Tórsvølli kl. 19:00)

Leys Størv