Tveir dystir útsettir í VFF Cup

VFF Cup er hetta vikuskiftið darvað av, at tveir dystir eru útsettir. NSÍ, KÍ og EB/Streymur vunnu sínar dystir í gjár.

Katrin Erlendsdóttir
23. januar 2022 kl. 08:16

Annað umfar í VFF Cup er á skránni hetta vikuskiftið, men nú er greitt, at tveir av dystunum eru útsettir og mugu tískil spælast eina av komandi vikunum. Dystirnir eru B36-07 Vestur, sum skuldi verið spældur í gjár, og dysturin millum Skála og HB, ið sambært skánni skuldi spælast klokkan trý í dag. Hesin dysturin er útsettur vegna korona og verður eftir ætlan spældur mikudagin 26. januar í staðin.

Hetta er aðru ferð, at ein dystur hjá B36 verður avlýstur, tí eisini dysturin EB/Streymur-B36, ið skuldi verið spældur týsdagin, varð útsettur.

Tríggir dystir í øðrum umfari í VFF Cup vórðu annars spældir í gjár. NSÍ vann 2-1 móti Víkingi í Norðragøtu, har Jørgen Nielsen skoraði bæði málini fyri NSÍ, meðan Martin Klein Joensen skeyt einasta málið hjá Víkingi.

KÍ og EB/Streymur vunnu sínar báðar dystir 2-0 móti ávikavist B68 og AB. Málskjúttar hjá KÍ vóru René Shaki Joensen og Páll Klettskarð, meðan Jóhan Joensen og Ragnar Danielsen settu bóltarnar í netið fyri EB/Streym.

VFF Cup er kapping hjá Venjarafelag Føroya, sum verður spæld í seks umførum, har tað seinasta er finalan. Hon verður eftir ætlan spæld í Gundadali tann 12. februar, tá útsettu dystirnir skulu vera avgreiddir.