Tveir føroyskir tónleikarar til Olympisku leikirnar í París

Olympisku leikirnir snúgva seg ikki bara um kappingar og heiðursmerki, siga stigtakararnir

Gudstænasta í donsku kirkjuni í París
Áki Bertholdsen
28. mars 2024 kl. 08:40

Tveir føroyskir tónleikarar hava fingið heiðurin at fara til París í summar at hava konsert undir olympisku leikunum, sum verða har í summar.

Tað skrivar danska tónleikablaðið, Gaffa.

Felagsskapurin, Rosa, sum virkar fyri at menna danskan tónleik, fór í samstarv við Donsku ferðavinnuna um at bjóða tónleikarum við áhugað fyri at fara til Paarís í summar at spæla, at bjóða seg fram.

Gaffa skrivar, at yvir 100 tónleikarar meldaðu seg til og nú hevur ein faklig nevnd valt fimm av teimum burtur úr at hava konsertir á danska pallinum í París ímeðan OL er har.

Og tað vísir seg ikki mætari, enn at tvey av teimum eru føroyingar, nevniliga Brimheim og Teitur. Hini eru Dayyani, jj, Paulo og Lydmor.

Fyrireikararnir siga við gaffa, at endamálið er at skapa samanhang ímllum ítróttin og tónleikin.

OL snýr seg ikki bara um kappingar og heiðursmerki, tí tað er eisini ein heimsumfatandi, fólkslig veitsla, siga fyrireikararnir fyri Gaffa.

Skuldi nakar havt hug at farið, verður tann danski pallurin mitt í býnum, við tað Danska húsið á Avenue des Champs-Elysées og har er opið frá 26. juli til 11. august.

Konsertirnar verða í donsku kirkjuni í París, Fríðrikskirkjuni, sum er beint við og sum verður gjørt til eitt mentanarhús ímeðan OL er. 

Tónleikararnir, sum skulu hava konsert har, hava tríggjar konsertir hvør.