Tveir mans tiknir fyri harðskap í Havn í nátt

Ein maður fór á Landssjúkrahúsið til kanningar

Áki Bertholdsen
13. apríl 2024 kl. 10:00

Mitt í nátt, stutt eftir at skeinkistøðini høvdu latið aftur klokkan fýra, komu menn til ilnar uttan fyri eitt matstað í Havn, sum hevði opið. Løgreglan sigur, at ein maður fekk snuddir og varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar og at staðfesta skaðarnar.

Løgreglan sigur, at tey fingu at vita, at talan var um tveir gerningsmenn. Stutt aftan á varð annar maðurin tikin og eina løtu seinni varð eisini hin maðurin tikin.

Teir eru nú á løgreglustøðini og teir eru skuldsettir fyri harðskap. 

Løgreglan veit ikki, hví teir komu til ilnar og tey vita heldur ikki, akkurát hvat tað er, sum er farið fram 

Løgreglan sigur, at nú fara tey at royna at lýsa málið til fulnar og í hesum sambandi skulu tey tosa við tey, sum eru uppi í málinum, og við vitni, og samstundis fara tey at kanna vakmyndatól á økinum.