Treytaleysar fongsulsrevsingar fyri at smugla hassj

Tveir menn høvdu smuglað umleið 25 kilo av hassji til Føroya

Føroya rættur
Fríðmundur Nattestad
19. februar 2024 kl. 16:59

Tíðindaskriv frá løgregluni:

Fríggjadagin fall dómur í máli um smugling av umleið 25 kilo av hassji til Føroya. Teir ákærdu fingu ávikavist trý ár, og eitt ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.

Málið, sum var viðgjørt av einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í síðstu viku, snúi seg í høvuðsheitum um tvey føri av smugling av hassji til Føroya. Nøgdirnar vóru ávikavist umleið 15 kilo og umleið 10 kilo. Tveir menn blivu fríggjadagin dømdir í málinum.

Maðurin, sum fekk trý ára treytaleysa fongsulsrevsing, var ákærdur fyri báðar innsmuglingarnar av hassji á í alt umleið 25 kilo. Maðurin var harumframt ákærdur fyri 11 onnur smærri brot á rúsevnislóggávu, millum annað sølu av amfetamini. Maðurin bleiv dømdur fyri øll brotini. Dómsmansrætturin legði í ásetingini av revsingini millum annað dent á stóru mongdina av hassji, at maðurin hevði ein avgerandi leiklut í smuglingunum, og at hann, meðan hann var avlurtaður av politinum, hevði givið til kennar, at hann var ein týdningarmikil persónur á hassjmarknaðinum í Føroyum.

Hin maðurin, sum bara var ákærdur fyri smuglingina uppá umleið 15 kilo, bleiv dømdur eitt ár og tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin varð dømdur fyri at hava viðvirkað til smugling av 10 kilo av hassji til Føroya. Dómsmansrætturin dømdi sostatt ikki mannin fyri smugling av samlaðu mongdini, og legði í tí sambandi dent á, at maðurin ikki hevði havt hassjið um hendi, og at hesin maðurin spældi ein minni leiklut í málinum.

Báðir teir dømdu tóku umhugsunartíð, og hava sostatt 14 dagar at taka støðu til, um dómurin skal kærast.

Hassjmálið, sum var viðgjørd í Føroya Rætti í síðstu viku, er sama mál, sum í oktober 2023 bleiv avbrotið orsaka av inhabiliteti.