Tveir nýggir nevndarlimir í Føroya Banka

Gullak Madsen eigur fjórðing av bankanum og nýggju nevndarlimirnir eru hansara umboð

Árni Gregersen
21. mars 2024 kl. 20:02

Hvørki formaðurin ella næstformaðurin í nevndini fyri Føroya Banka vóru afturvald, tá ið bankin hevði aðalfund seint seinnapartin.

Nýggir í nevndini eru Annfinn Vitalis Hansen og Árni Rasmussen, sum báðir umboða nýggja partaeigaran Gullak Madsen.

Á nevndarfundi eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Birgir Durhuus, sum nýggjum nevndarformanni.

Landið eigur sløk 35 prosent av bankanum, meðan nýggi eigarin eigur um 25 prosent av bankanum.