Tvey fólk rakt av skotum í Grønlandi

Fimm fólk hava fingið løstir í einum skottilburði í Grønlandi í gjár. Tvey teirra vórðu rakt av skotum, meðan hini trý fingu løstir av tilfari, ið fór í knús av skotunum

Steinar Patursson
23. mars 2023 kl. 08:51

Tvey fólk hava fingið skotløstir í einum skottilburði í Narsaq í Grønlandi seinnapartin í gjár, og trý onnur fingu skaða - tó ikki av skotum.

Tað veit grønlendska kringvarpið, KNR, at siga.

Vaktleiðarin í grønlendsku løgregluni váttar fyri KNR, at løgreglan fekk fráboðan um tilburðin stutt fyri klokkan 17 í gjár, og ein maður varð handtikin í sambandi við tilburðin ein hálvan tíma seinni.

Tvey bæði fólkini, ið fingu skotløstir, eru uttan fyri lívsvanda.

Hini trý fingu løstir av lutum, sum fóru í knús, tá skotini raktu tey, kunnar vaktleiðarin.

Løgreglan sigur, at orsøkin til tilburðin er framvegis ógreið, men at løgreglan er í ferð við at kanna málið.