Tvey uppskot eru til fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag

Løgtingið kemur saman fyrrapartin í dag klokkan 11

Ragnar Sjúrðarson
19. januar 2023 kl. 08:02

Fyrra uppskotið sum er á dagskránni á tingfundinum í dag, snýr seg um yvirtøku av farsóttarmálsøkinum. Løgmaður er uppskotssetari.

Undanfarna samgonga fór undir arbeiðið, at yvirtaka farsóttarmálsøkið. Málið fall burtur sambært grein 15 stykki 3 í stýrisskipanarlógini, tí at løgtingsval varð útskrivað, og málið ikki var liðugt viðgjørt. 

Seinna uppskotið, ið skal undir fyrstu viðgerð í morgin, snýr seg um myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av farsóttarmálsøkinum. Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stóra, er uppskotssetari.