Tvøroyri framvegis uttan reint drekkivatn

Kókitilmælið í kommununi stendur við, og drekkivatnið verður væntandi ikki reint aftur fyrr enn vikan er liðin

Mynd: Unsplash
Steinar Patursson
22. september 2022 kl. 10:03

Borgararnir í Tvøroyrar kommunu mugu brynja seg við toli og halda fram við at kóka drekkivatnið í nakrar dagar aftrat, tí kókitilmælið fyri drekkivatnið í einum stórum parti av kommununi stendur við.

Tað sigur vatnmeistarin í kommununi, Chris Jan Michelsen.

Tað eru nú tríggir dagar síðani, at kommunan setti kókitilmæli í gildi, og kanningarnar vísa framvegis, at bakteriur eru í drekkivatninum.

Chris Jan Michelsen sigur, at væntandi verður vatnið drekkiklárt aftur, tá vikan er liðin, tí vanligt er, at tílíkt tekur um eina viku.

Tað er ikki greitt, júst hvat tað er, sum ger, at vatnið er dálkað, men sambært vatnmeistaranum er talan møguliga um tekniskt brek í reinsiskipanini.