Týrfest III verður leygarkvøldið

Tungmálmsfestivalurin í Runavík verður hildin á triðja sinni

Fríðmundur Nattestad
21. februar 2024 kl. 19:00

Battle Ballads er heitið á nýggju heildarútgávuni hjá Týr, sum kemur á marknaðin 12. apríl.

Leygarkvøldið eru víkingarokkararnir høvuðsnavn á sínum egna festivali, Týrfest, sum verður hildin í Løkshøll í Runavík.

Hinir báðir bólkarnir, sum framføra, eru Sirenia og Eimyrja.

- Sirenia er slóðbrótandi symfoniskur tungmálmur úr Norra og Fraklandi, meðan Eimyrja eru komandi stjørnur á tí føroyska pallinum, við teirra virtuosa, melodiska og modernaða stíli og ljóði, siga fyriskipararnir.

Týrfest III byrjar leygarkvøldið klokkan 18. Atgongumerki kunnu keypast her.