Tyrlan mátti bjarga tveimum fólkum úr fjøllunum

Hesa ferð var talan um tveir føroyingar

Tyrlan mátti bjarga teimum. Myndina tók Ingi Sørensen
Áki Bertholdsen
10. apríl 2024 kl. 07:50

Í gjárkvøldið fóru tvey fólk sær ein túr í fjøllini oman fyri Hvalvík. Hetta vóru tvær føroyskar kvinnur, men men tá ið tær vóru komin upp á Ørvisfelli kom mjørki á tær og so vistu tær knappliga ikki hvar tær vóru, ella hvønn veg tær skuldi fara. 

Tær ringu til løgregluna eftir hjálp klokkan 22.30 og løgreglan helt at tað var best at senda tyrluna at leita.

Løgreglan sigur, at tað eydnaðist tyrluni at finna tær og at taka tær upp. Løgreglan sigur, at tær høvdu tað gott eftir umstøðunum, men av trygdarávum vórðu tær settar av við Landssjúkrahúsið, har tær vóru til kanningar. Tað var beint eftir midnátt, at tær vórðu settar av á Landssjúkrahúsinum.