U-21 liðið í sjónvarpinum seinnapartin

Klokkan 14.30 verður fyrsta bríksl í Jerevan, har Hvítarussland er mótstøðuliðið

Jóannes Hansen
7. september 2023 kl. 09:33

Mánamorgunin fór U-21 landsliðið á flog úr Vágum. Tað var við flogfarinum hjá Atlantsflog, sum hevði kós ímóti París. Seinni mánadagin varð flogið úr París og til Jerevan, sum er høvuðsstaður í Armenia. Ørindini eru at spæla EM undankappingardyst. Mótstøðuliðið er Hvítarussland, sum orsakað av spentu støðuni í økinum spælir heimadystirnar – uttan áskoðarar – í Armenia.

Dysturin verður spældur klokkan 17.30 lokala tíð. Leikvøllurin er Armavir stadion í Armavir, sum er 46 kilometrar uttanfyri høvuðsstaðin Jerevan. Klokkan í Armenia er tríggjar tímar frammanfyri ta føroysku. Tí er tað klokkan 14.30 í dag, at tað á Ras1 fer at bera til at fylgja við í, hvussu tað fer at roynast hjá føroyska liðnum.

Føroyska liðið vandi í gjár á Armavir stadion, har tað verður spælt í dag. Tað er rættiliga heitt har á leiðini, og seinnapartin í dag fer at verða spælt í umleið 35 hitastigum.

Dómarabólkurin er úr Armenia, og dómarin eitur Ashot Ghaltakhchyan.

Venjari hjá føroyska liðnum er Eyðun Klakstein, og Atli Gregersen er hjálparvenjari.

Týsdagin fer U-21 liðið at spæla á heimavølli. Tað verður í Klaksvík klokkan , og tá verður Kroatia mótstøðuliðið.

Hópurin
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)
Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Signar á Brúnni, Víkingur
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Jákup Vilhelmsen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandur
Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur