U17-landsliðið vann stórsigur

Dávid Reynheim, Jónas Gaard og Dánial Mørkøre stóðu fyri málunum í 4-0 sigrinum á Gibraltar

Føroyski hópurin aftaná 4-0 sigurin á Gibraltar (Mynd: Kári Johansen)
Tíðindaskriv - FSF
20. mars 2024 kl. 11:00

Dávid Reynheim, Jónas Gaard og Dánial Mørkøre stóðu fyri málunum, tá U17-landsliðið við dreingjum týsdagin vann 4-0 á Gibraltar

Eftir tveir heldur torførar og truplar dystir móti Litava og Íslandi í UEFA menningarkappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Gibraltar, hilnaðist betri í síðsta dystinum í kappingini, sum var ímóti vertslandinum.

Føroyar vunnu 4-0, eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Beint fyri steðgin legði Jónas Gaard Føroyar á odda, og tá fáir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki øktu Dánial Mørkøre og Dávid Reynheim til 2-0 og 3-0.

Okkara dreingir stýrdu spælinum at kalla allan dystin, og tá 72 minuttir vóru farnir lá Dávid Reynheim aftur framvið, og við sínum seinna máli í dystinum sló ungi HB’arin føroyska sigurin rimmar fastan.

Litava vann kappingina við 9 stigum, Ísland fekk 6 stig, Føroyar gjørdust nummar 3 við trimum stigum, meðan Gibraltar endaði aftast við ongum stigi.

Dánial Mørkøre, Dávid Reynheim, sum skoraði tvey, og Jónas Gaard stóðu fyri málunum í 4-0 sigrinum á Gibraltar (Mynd: Kári Johansen)