U17-gentulandsliðið til NEVZA-kappingina úttikið

Venjarin hevur nú úttikið sín hóp, ið skal umboða Føroyar í NEVZA-kappingini í Danmark

Sigurjón Einarsson
22. september 2021 kl. 13:04

Venjarin hjá U17-gentunum, Romica Øster, hevur úttikið 12 leikarar, sum skulu spæla í NEVZA-kappingini, sum verður í Ikast í døgunum frá 18. til 20. oktober.

Føroyska U17-landsliðið við gentum:

Tóta Búadóttir, SÍ

Sofía Weihe, SÍ

Helena Skylv, Fleyr

Milja Silvansdóttir, KÍF

Heiðrun Sunadóttir, Fleyr

Paula Nattestad, SÍ

Nicola Toftegaard, ÍF

Anja Sólja Niclassen, SÍ

Brynja Jákupsdóttir, Fleyr

Emma Øregaard, Mjølnir

Andreja Petrovic, SÍ

Bára Jansdóttir, SÍ

Venjari er Romica Øster

NEVZA-kappingin í 2020 varð avlýst vegna koronu, men í 2019 gjørdust Føroyar nummar fýra av teimum sjey luttakandi londunum, eftir at hava tapt bronsudystin ímóti Svøríki 3-0 (23-25, 18-25, 22-25).

Hálvfinaluna taptu Føroyar 3-1 fyri Onglandi (19-25, 19-25, 25-20, 24-26).

Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu Føroyar á Grønlandi, Íslandi og Noregi.

Fakta um NEVZA:

Fyrr plagdu gentulandsliðið at spæla í NM-kapping – kapping um norðurlendska meistaraheitið. Men síðani er hetta broytt eitt sindur. NEVZA, sum merkir North European Volleyball Zonal Association varð sett á stovn, og har er Ongland eisini partur av tí felagsskapinum.

NEVZA-kappingin er sostatt ein víðkaðað norðurlandameistarakapping, har Ongland eisini er við.

Kelda: Flogbóltssamband Føroya