U19-landsliðið fekk javnleik ímóti Turkalandi

– Hetta var heilt framúr, sigur Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari hjá U19 gentum

Tær fyrstu 11, ið venjararnir sendu á vøllin frá byrjan - Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir
Fríðmundur Nattestad
4. apríl 2024 kl. 12:40

Venjarin hjá U19-landsliðnum við gentum, Pætur Smith Clementsen er sum vera man sera væl nøgdur við javnleikin ímóti Turkalandi, har EM-undankapping er á skránni.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari í dag.

– Vit vistu at mótstøðan fór at vera sterk, og soleiðis var eisini. Men vit høvdu fyrireikað okkum væl, og enn eina ferð vístu okkara gentur, hvørjar fótbóltsdygdir búgva í teimum. So hetta var ein heilt framúr byrjan upp á kappingina.

Tað sigur Pætur Smith Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum mikudagin megnaði at spæla javnleik 1-1 í fyrsta dystinum í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Turkalandi.

Umframt Føroyar og Turkaland, ið er vertur, er Armenia eisini við í kappingini.

Turkaland kom á odda tá lítil hálvur tími var spældur, men beint fyri steðgin javnaði Anna Carolina Brændstrup fyri Føroyar. Fleiri mál komu ikki, og aftaná dystin kundu okkara gentur, venjararnir og hini í toyminum fegnast um eitt stig ímóti einum góðum turkiskum liði.

– Sum heild eydnaðist tað mesta, ið vit høvdu avtalað framman undan, samstundis sum avrikið var heilt framúr gott. Nú ræður um at taka hetta við okkum til næsta dyst, tí tað er aftur ein stór uppgáva, sigur Pætur Smith Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Annar dysturin í EM-undankappingina verður leygardagin 6. apríl klokkan 14:00, tá føroyska liðið skal møta Armenia.