U21 landsliðið kann skriva søgu

Um skamma stund byrjar dysturin hjá føroyska U21-landsliðnum ímóti Serbia. Talan er um týdningarmiklan dyst, av tí at eitt føroyskt met er upp á spæl. Eydnast tað føroyska U21-landsliðnum at vinna dystin, so vinna ungu føroysku menninir seg uppá 12 stig. Einki føroyskt U21 landslið hevur higartil fingið 12 stig

(Mynd: fsf.fo).
Kristian Waag Dam
7. juni 2022 kl. 16:00

Um skamma stund byrjar dysturin hjá føroyska U21-landsliðnum ímóti Serbia. Talan er um týdningarmiklan dyst, av tí at eitt føroyskt met er upp á spæl. Haraftrat berjast bæði liðini um triðja plássið. Hetta er seinasti dysturin í bólkaspælinum í EM-undankappingini

Eydnast tað føroyska U21-landsliðnum at vinna dystin, so vinna ungu føroysku menninir seg uppá 12 stig. Einki føroyskt U21 landslið hevur higartil fingið 12 stig. Núverandi stigametið eigur U21-landsliðið í 2011, ið vann 11 stig í einari undankapping. Sostatt kunnu ungu føroysku harrarnir við einum sigri spæla seg í søgubøkurnar.

– Vit eru ótrúliga spentir til uppgávuna, og hetta er ein stórur dystur fyri okkum, tí vit hava møguleika fyri at enda á triðjaplássinum, og vit fara sjálvandi eftir at røkka tí málinum, sigur landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssamband Føroya.

Hóast nógv stendur uppá spæl og føroysku menninir eru spentir, so vænta veddingarfyritøkurnar ikki, at tað verður ein føroyskur sigur. Lægstu oddsini uppá føroyskan heimasigur eru 6,30. Hægstu oddsini uppá serbiskan útisigur eru 1,44. Tá liðini møttust í Serbia seinast í novembur í fjør, endaði tað við einum málleysum javnleiki. Men ein javnleikur er ikki nóg mikið í dag, um U21-landsliðið skal skriva søgu.

– Vit vita, at vit skulu avrika á okkara besta støði fyri at fáa góð úrslit, og vit kenna okkum klárar til at gera júst tað. Vit hava fyrr prógvað, at vit kunnu standa okkum væl móti teimum bestu, og tað ætla vit okkum eisini at gera í morgin, sigur Sámal Erik Hentze.

Dysturin millum Føroyar og Serbia byrjar klokkan 16:15 í Klaksvík á Djúpumýru.

Kelda: fsf.fo