UEFA Nations League: Atgongumerkjasølan byrjar fríggjadagin

Sølan av Landsliðspakkum til dystirnar í UEFA Nations League hevur gingið væl. Men á midnátt hóskvøldið endar sølan, og frá fríggjadegnum á middegi ber til at keypa atgongumerki til hvønn einstakan dyst

Tilsamans er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum á Tórsvølli. (Mynd: Bjarni Enghamar)
Sigurjón Einarsson
28. apríl 2022 kl. 16:16

Sølan av landsliðspakkum, ið er atgongumerki til allar heimadystirnar í UEFA Nations League 2022/2023, hevur gingið væl. Higartil eru umleið 700 landsliðspakkar seldir.

Men á midnátt hóskvøldið 28. apríl endar sølan av Landsliðspakkum, og frá fríggjadegnum 29. apríl klokkan 12:00 verður latið upp fyri sølu av atgongumerkjum til hvønn einstakan dyst.

Atgongumerkini eru býtt í tríggjar kategoriir (kostnaðarbólkar), og fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í hesum sambandi kann nevnast, at til dystin móti Turkalandi, er sølan einans opin fyri føroyskum IP-adressum.

Kostnaður
Kat. 1 (bólkur 103-106): 200 kr.
Kat. 2 (bólkur 107-108): 150 kr.
Kat. 3 (109, 110, 112 og 113): 100 kr.

Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.

Skráin
7. juni (kl. 19:45) Føroyar – Luksemborg
11. juni (kl. 17:00 Føroyar – Litava
25. sept. (kl. 19:45) Føroyar – Turkaland

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo

Leys Størv