Uffe Ellemann-Jensen: – Tær 176 atkvøðurnar í Føroyum longdu mær lívið

Fólkatingsvalið í 1998 bleiv avgjørt við 176 atkvøðum í Føroyum. Hetta hevði við sær, at Poul Nyrup Rasmussen gjørdist forsætisráðharri í Danmark, og ikki Uffe Ellemann-Jensen. – Var eg blivin forsætisráðharri, so hevði eg doyð langt áðrenn, sigur Uffe Ellemann-Jensen í samrøðu við Mikael Berthelsen í sendingini “Det sidste ord”, sum bleiv send í donskum sjónvarpi sunnukvøldið

(Mynd: Skermmynd/TV2)
Sigurjón Einarsson
28. juni 2022 kl. 11:28

Fólkatingsvalið í 1998 bleiv bókstaviliga avgerandi fyri Uffe Ellemann-Jensen og hansara tíð her á foldum.

– Var eg blivin forsætisráðharri, so hevði eg doyð langt áðrenn.

Tað sigur Uffe Ellemann-Jensen í samrøðu við Mikael Berthelsen í sendingini “Det sidste ord”, ið varð tikin upp, áðrenn hann doyði av krabba tann 19. juni. Sendingin bleiv send á danska TV2 sunnukvøldið.

“Det sidste ord” er ein sending, har journalisturin Mikael Berthelsen gevur stórum persónligheitum í Danmark, sum eru farin um sýn, møguleikan til at fáa tað síðsta orðið í persónlýsingarsending.  

Her greiðir Uffe Ellemann-Jensen millum annað frá, at hann, í samband við Fólkatingsvalið í 1998, hevði tikið avger um, at tapti hann valið fyri Poul Nyrup Rasmussen, so fór hann frá sum formaður í Venstre.

– Eg hevði hjartatrupulleikar, sum eg merkti av álvara tey komandi árini. Hetta hevði havt við sær, at eg hevði verið noyddur at trekt meg.

– Skal eg skilja tað soleiðis, at vart tú blivin forsætisráðharri, so hevði tú doyð, spyr Mikael Berthelsen.

– Ja, so høvdu vit ikki sitið her og havt hetta prátið. Tað vóru tær 176 atkvøðurnar í Føroyum, ið góvu mær nøkur eyka ár her á foldum, sigur Uffe Ellemann-Jensen bersøgin í samrøðuni.

Fólkatingsvalið í 1998 er eitt tað mest sermerkta valið í Danmark, tí tá allar atkvøðurnar vóru taldar upp stutt fyri midnátt, so stóð tað øllum klárt, at tað vóru atkvøðurnar í Føroyum, ið fóru at avgerða valið í Danmark.

Við bert 176 persónligum atkvøðum á muni, vann Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum sætið í Fólkatingi á táverandi løgmanni, Edmundi Joensen, úr Sambandsflokkinum.

Hetta úrslitið hevði við sær, at tað var Poul Nyrup Rasmussen – við sínum 90 tingsessum – sum vann á Uffe Ellemann-Jensen og bláa blokki, ið fingu 89 tingsessir.

(Mynd frá valkvøldinum, tá 176 atkvøður í Føroyum avgjørdi danska Fólkatingsvalið í 1998. Mynd: EPA)

Politiska lívið hevði sín kostnað
Í samrøðuni kemur Uffe Ellemann-Jensen inn á, at hansara politiska lív hevði sín prís, tí ofta gekk tað yvir familjuna, tá hann var so nógv upptikin og ferðaðist nógv í politiskum arbeiði.

– Sjálvandi forsømdi eg familjuna. Eg kann gott forsynda meg sjálvan fyri alt tað, sum eg og børn míni hava verið fyri uttan. Eg vil ikki siga, at eg angri tað, tí so hevði tað merkt, at eg hevði skulað latið vera við at vera politikkari. Men tað harmar meg. Eg kenni saknin, sigur hann í samrøðuni.

Eisini sigur hann, at hann var í tvístøðu og hugsaði um avleiðingarnar, tá tvey av hansara børnum eisini valdu at fara upp í politikk.

– Eg havi lagt til merkis, hvussu míni børn og teirra familjur bera tær somu byrðar. Eg dugi væl at síggja, hvussu tingini endurtaka seg, og tað harmar meg, at míni børn og abbabørn skulu uppliva tað, sigur fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin í samrøðuni.

Hann var danskur uttanríkisráðharri frá 1982 til 1993.

Til endans í samrøðuni reisir verturin, Mikael Berthelsen, seg og sigur við Ellemann, at hann kann sleppa at siga tey síðstu orðini til tey, ið hyggja. Síðan fer Mikael Berthelsen úr studio, meðan Uffe Ellemann-Jensen hyggur inn í myndatólið.

– Takk, at tit tímdu at hoyra meg, enn einaferð. Eg ynski at enda í tí positiva endanum.

Síðan endar hann sendingina við at syngja “What a Wonderful World”.

Videobrotið sæst her.

Øll samrøðan sæst her (krevur hald)

Jarðarferðin hjá Uffe Ellemann-Jensen byrjaði nú klokkan 11 føroyska tíð. Til ber at fylgja við her.