Ukraina boðar frá um russisk dronuálop á Kiev

Onki týðir á, at nakar er komin til skaða í samband við álopini

Ragnar Sjúrðarson
25. juli 2023 kl. 10:23

Í nátt hevur Russland álopið ukrainska høvuðsstaðin, Kiev. 

Tað upplýsir hernaðarfyrisitingin í Kiev sambært Reuters.

-    Loftverjuskipanirnar eru frá í útjaðaranum av Kiev, ljóðaði tað frá Serhij Popko, sum stýrir hernaðafyrisitingini, í einum boðum á tænastuni Telegram umleið klokkan 00:30 føroyska tíð.

Hann hevur síðani upplýst, at tað var talan um eitt dronuálop.

Allar dronur blivu skotnar niður. Onki týðir á, at nakar er komin til skaða í samband við álopini, skrivar tíðindastovan AFP.

Sambært AFP skrivar leiðarin av hernaðarfyrisitingini í Kiev á Telegram í morgun, at loftalarmarnir vóru frá í meira enn tríggjar tímar.

Hann sigur eisini, at Russland leyp á Kiev við Shahed dronum, ið eru framleiddar í Iran. 

Fráboðanin um russisk dronuálop í Kiev koma tveir dagar eftir, at tvær dronur flugu inn í russiska høvuðsstaðin, Moskva.

Sambært Russlandi royndi Ukraina at leypa á strategisk mál í býnum, men álopini vórðu forðaði, tá dronurnar vórðu skotnar niður. Tær raktu tveir kontórbygningar.