Ukraina sleppur vónini um at taka F-16 flogfør í nýtslu í ár

Ukraina tekur ikki F-16 flogfør í nýtslu í ár

Ragnar Sjúrðarson
17. august 2023 kl. 16:00

Ukraina hevur fleiri ferðir boðað frá, at landið sera fegin vil móttaka F-16 stríðsflogfør frá Vesturheiminum, at brúka í krígnum móti Russlandi.

Fleiri lond hava sagt, at flogfør møguliga eru ávegis, og Danmark og Holland hava sagt seg kunna standa á odda fyri at venja ukrainskar flogskiparar, so teir kunnu flúgva F-16 flogførini. Ongin hevur tó bundið seg til at lata flogfør.

Men nú sleppur Ukraina vónini um at landið fær tikið F-16 flogfør í nýtslu í ár. Tað sigur Juriy Ihnat, sum er talspersónur fyri ukrainska flogherin, til ukrainsk sjónvarp sambært Reuters.

-    Tað er greitt, at vit ikki vera før fyri at verja Ukraina við F-16 stríðsflogførum í heyst og vetur.

-    Vit høvdu stórar vónir um hetta flogfarið, sum hevði kunnað verið ein partur av okkara loftverju og hjálpt at vart okkum móti russiskum missilum og dronuyvirgangsálopum, sigur hann.