Ukrainski herurin: Russland kemur ongan veg á eysturhermótinum

Russland hevur í fleiri mánaðir roynt at tikið ukrainska býin Bakhmut, men russar koma ongan veg, sigur ukrainski herurin

Bumburnar regna enn yvir ukrainska býin Bakhmut (Mynd: Wikimedia Commons)
Sigurjón Einarsson
29. mars 2023 kl. 15:07

Russiskir hermenn hava í fleiri royndum roynt at tikið Bakhmut og Avdijivka í Eysturukraina, men teir koma ongan veg.

Tað sigur ukrainski herurin, sambært Reuters.

Hesir báðir býirnir hava verið bumbaðir í sor av russiska herinum, men enn eru teir ikki tiknir.

– Fíggindin heldur fram at leypa á Bakhmut, men okkara verjar klára enn at standa ímóti, sæst at lesa á einum skjali frá ukrainsku herleiðsluni, sambært Reuters, har tað eisini stendur, at 57 álop hava verið móti Bakhmut.

Bretska verjumálaráðið hevur fylgt væl við russisku innrásini í Ukraina, og úr ráðnum ljóðar tað, at russisk herlið hava gjørt “marginal framstig” í royndini at umringa ukrainska býin Avdijivka, men hava mist fleiri stríðsvognar av tí sama.

Denis Pusjilin, sum er russiskur guvernørur í teimum pørtum av Donetsk, ið Russland hevur lagt undir seg, vísir hesum upplýsingum aftur.

Hann sigur, at ukrainskar herdeildir taka seg aftur í vestara parti av Bakhmut, og at russiskar herdeildir taka seg fram.

Tíðindastovan Reuters hevur ikki fingið staðfest upplýsingarnar frá pørtunum, ið stríðast á hermótinum.