Ukrainski sendiharri á ferð í Føroyum

Hann verður her í morgin og fríggjadagin

Tað er Sjúrður Skaale, sum hevur boðið sendiharranum til Føroya
Áki Bertholdsen
6. september 2023 kl. 12:45

Í morgin, hósdagin kemur ukrainski sendiharrin í Danmark, Vydoinyk Mykhailo til Føroyar. Hann verður her í morgin og fríggjadagin. Í Føroyum fer hann at greiða frá støðuni í krígnum og hann fer eisini at hitta ukrainsk flóttafólk í Føroyum.

Tað er Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, sum hevur bjóðað honum til Føroya og tey siga, at Reyði Krossur hevur sent ukrainskum flóttafólkum innbjóðing at hitta sendiharran.

Tey siga, at tað vera eini 35 flóttafólk, sum fara at hitta sendiharran, men umboð fyri Reyða Kross, almannaverkið og Útlendingstovuna, verða eisini til staðar.

Á skránni fara Vydoinyk Mykhailo, og Jóannesi Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, at halda røðu.

Í annaðkvøld verður alment tiltak á Hotel Hilton, har sendiharrin fer at greiða frá støðuni, og tá verður eisini videosamrøður við tveir føroyskir hermenn í Ukraina.