Umboðsmaðurin fer aftur í studentaskúlan

Várkvøldsetan hjá Miðnámi á Kambsdali verður nú hóskvøldið

Miðnám á Kambsdali
5. mars 2024 kl. 22:52

Hóskvøldið klokkan 19 verður kvøldseta í Miðnámi á Kambsdali.

Várkvøldsetan hjá Miðnámi á Kambsdali verður nú hóskvøldið, dyrnar lata upp kl.18 og fjølbroytta skráin í auluni byrjar kl.19.

Kvøldseta er eitt hugnaligt tiltak fyri øll! Næmingar vísa fram ymiskt, sum teir arbeiða við í lærugreinum – hesaferð eru tað stuttsøgur, filmar, tónleikur og framløgur frá næmingum í innovatión, sum vóru við til kappingina Ungt virki 1.mars. Harumframt er afturvendandi tátturin “fyrrverandi næmingur” á skrá.

Herfyri var kunningartiltakið um miðnámsútbúgvingar skúlans útsett – Nú verður høvi at hitta lestrarvegleiðing skúlans, sum er fús at kunna og vegleiða komandi og verandi næmingar og avvarðandi um breytir, lærugreinir, vallærugreinir og annars útbúgvingarmøguleikar. Frá kl. 18 og restina av kvøldinum er lestrarvegleiðingin tøk.

Á várkvøldsetu fáa vit ofta vitjan av einum fyrrverandi næmingi. Hesaferð er tað Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, sum fer at greiða okkum frá útbúgvingar- og yrkisleið síni m.a. ákæri og dómari í Føroya Rætti og nú umboðsmaður.

Fleiri næmingar á skúlanum fáast í frítíðini við list av ymiskum slagi. Á várkvøldsetuni verður høvi at síggja nakað av hesum í steðginum, tá kantinan eisini bjóðar drekkamunn, eins og básar hjá innovatión sýna fram.

Øll eru vælkomin á várkvøldsetuna: næmingar og avvarðandi, fyrrverandi næmingar og komandi næmingar og annars øll, sum vilja støkka inn á gólvið at síggja og hoyra um ein part av tí, sum fyriferst á Miðnámi á Kambsdali.

Vit síggjast hóskvøldið kl. 19!