Umhvørvisfelagsskapur herjar á týskari feriuoyggj

Tey hava gjørt skaða fyri milliónir

Áki Bertholdsen
15. juni 2023 kl. 15:05

Seinastu tíðina hevur ein bólkur av veðurlags-stríðsfólkum rættiliga gjørt vart við seg. Tað var nógv frammi, tá ið tey vóru í Rom og oystu ein van Gogh málning undir í suppu og í Potstam oystu tey ein Monet-málning undir í eplamorli.

Talan er um týska felagsskapin, Letzte Generation, síðsta ættlarlið, sum bæði hevur elvt til ruðulleika, tí tey hava forða ferðsluni at koyra, umframt at tey hava framt herverk.

Og nú hava tey aftur gjørt um seg á týsku feriuoyni, Sylt, har tey hava gjørt skaða fyri milliónir. Sylt er ein feriuoyggj, har rættiliga nógv ríkfólk eru alt summarið. Av tí sama eru nógv luksushotell á oynni og á flogvøllinum koma og fara 70-80 privatflogfør um dagin, alla summarhálvuna.

Og felagsskapurin hevur boðað frá, at atsóknin á Sylt var nettupp eitt mótmæli ímóti atburðinum hjá teimum ríku, sum ferðast uttan at hugsa um veðurlagskreppuna, skriva fleiri týskir miðlar nú um dagarnar.

Sylt er ein avbera friðarligt pláss, so har er ikki nógv løgregla og tí hava tey havt góða tíð at gera um seg. Og serliga tá ið atsóknin varð væl fyrireikað, lukkaðist tað teimum at gera stóran skaða, áðrenn tey vórðu tikin.

Á einum marglætishotelli fóru tey inn og løgdust á at spræna alla forhøllina, og barrina í forhøllini, undir í appilsinlittari máling.

Á einum øðrum marglætishotelli løgdust tey á golfvøllin og oyðiløgdu holini og settu blomstur í tey ístaðin fyri. Og á flogvøllinum sprændu tey eitt heilt privatflogfar undir í appilsinlittari máling. Tá ið løgreglan nærkaðist, settu tey seg niður og lótu seg handtaka, men løgreglan mátti bera tey burtur, tí tey vildu ikki ganga.