Ummæli: Skøra Ólavsøkuframsýningin 2022

Í skrivandi stund er sunnudagur. Eg havi ligið uppi í song sløtt sum eitt strúkijarn til langt út á fyrrapartin og droymt um allar tær góðu løturnar á ólavsøku. Tað er alt sum tað eigur at vera, og nú er stovan so smátt farin at líkjast sær sjálvari, bara nøkur hálvsvímað fløgg og føroysku klæðini eru eftir til minnis um ta herligu tjóðarhátíðina

Kinna Poulsen
8. august 2022 kl. 14:40

Ólavsøkan var annars eitt sindur øðrvísi fyri mítt viðkomandi í ár. Av tí, at vit høvdu opið hús náddi eg ikki øll tiltøkini, sum eg plagi at vera til, men leygardagin eftir ólavsøku gekk eg eina framsýningarrundu frá Listaskálanum og oman í Müllers Pakkhús. 

Á Lions framsýningini var alt tiltaglað við myndum, júst sum tað plagar og fyri tað mesta var talan um verk á áhugastøði, men kortini var okkurt inn í millum, sum fyri tað kundi verið partur av Ólavsøkuframsýningini, til dømis nakrar kollasjur hjá Rógva Hermansen. 

Yvir um ánna
Annars setti listatúrurin meg í djúpan iva um støðuna innan føroyska myndlist. 

Hildið verður javnan fyri, at okkara samtíð er visuel og at hetta er orsøkin til, at myndlistin stendur so sterkt í løtuni, men um høgtíðina tóktist standurin meira ivasamur og á Ólavsøkuframsýningini stóð í ár so illa til, at tey máttu allan vegin til Danmarkar eftir listaverkum. 

Tey 76 framsýndu verkini á Ólavsøkuframsýningini eru sum heild ikki verri enn tað, sum hevur verið víst áður á ólavsøku. Tað løgna er, at hendan næstan totalt útlendska heildin heldur ikki er nógv betri ella meira nýhugsað enn ein føroysk Ólavsøkuframsýning. 

Tí kann mann ivast grundleggjandi í verkætlanini, sum minnir um at fara yvir um ánna eftir vatni, ið fyri tað mesta er eitt sindur meira lunkað enn tað, vit hava frammanundan í krananum. 

Millum ókend verk
Innanhýsis listserfrøðingurin í Kringvarpinum, Finnur Koba, sum hesa ferð nevndist ummælari, tóktist dáma framsýningina og helt tað kennast svalligari millum ókend donsk nøvn, har mann slapp undan at lata seg diktera av kendum listafólkanøvnum, sum hann eyðsýniliga plagar. 

Og tað er gott hjá honum og hjá dugnaliga og prátingarsama, blaðunga spyrjaranum, sum var tann eini at gera listasamrøður í KVF ólavsøkuaftanskvøld, tá øll tey vaksnu við journalistútbúgving, sum arbeiða í hesum týdningarmikla stovni eftir øllum at døma vóru farin til hús. 

Tann ungi tosaði um at “kurera” Ólavsøkuframsýningina – tað eru fleiri, sum bronglast við hetta hugtakið og jú, har er møguliga eisini okkurt, ið bendir á, at framsýningin kundi trongt til heilsubót, men tað eitur at kuratera. 

Tá eg var í Listasavninum leygardagin eftir ólavsøku, var videoverkið hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir sløkt, tí upplivdi eg ikki hetta verkið og soleiðis er tað ofta í Listasavninum, tá um tøkni ræður.

Safe space for old white men
Mitt í Listaskálanum stendur eitt ógvuliga analogt og stuttligt verk hjá Ole Wich, har hvítir gamlir menn kundu søkja sær friðskjól, nú teirra priviligeraða støða eftir øllum at døma er hótt eina stund. 

Tað tykist hon als ikki vera í Listasavninum, har Ole Wich hevur heiðursplássið á Ólavsøkuframsýningini og eisini slapp at fylla nógv herfyri á Várframsýningini. 

Onkur helt, at hann bara skuldi sloppið at havt eina serframsýning í Listasavni Føroya, so var tað ornað, men spurningurin er um hann ikki hevði rýmt av landinum, fekk hann so fjálga móttøku. 

Tað hevði í hvussu so er kunnað avmonterað høvuðsætlanina í hansara drúgva lívsprojekti sum sjálvpallsettur outsidari her á landi.

Kitsj?
Ummælarin í sjónvarpinum sá ongan mun millum tónleikin og myndarøðina hjá Eivør Pálsdóttir og kallaði alt kitsj – hetta kom óvart á meg. 

Eg haldi tvørtur ímóti, at munur er millum Eivør sum spírandi myndamakara og sum ein royndan tónlistarligan meistara, sum hevur vunnið altjóða virðislønir fyri sítt framúrskarandi og týdningarmikla avrik. 

Jesper “Jokeren” Dahl er ein av mongum øðrum tónleikarum, sum roynir seg innan myndaøkið – og eins og fiduskunstnarin Kristian Hornsleth kundi staðfesta fyrstu ferð hann bað Jokeren um at framleiða myndir, so fáa hesar okkurt slag av kendis-effekt, ið hevur við sær, at fólk keypa tær. 

Eisini Jacoba Niepoort, ið millum annað hevur málað fasaduna á Hvonn niðan móti Traðarmanninum í miðbýnum í Havn, hevði nógv verk við, ið vóru væl dámd, helst tí at listakvinnan er fitt í hondunum og dugir at tekna naknar klassiskar figurar, sum mann kennir aftur og tað eru fleiri heilt upp í loft av. 

Johan Deckmann býr og arbeiðir somuleiðis í Keypmannahavn sum sálarfrøðingur og myndlistafólk. Hansara setningar um lívið eru tilvitað banalir, stuttligir og fyri summi reinar aha-upplivingar. Eitt sindur ríkiliga nógv var av hesum verkunum og av verkum yvirhøvur – og skal hasin veggurin uppi á balkongini ikki skjótt niður? Hann oyðileggur framsýningarhølið í Listaskálanum fullkomiliga. 

Grái veggurin tekur útsýnið á balkongini

Nåh, men grafittikendu myndirnar hjá Anders Reventlov, “What is free will” 1-4 eru góðar, skarpar, grafiskt neyvar og villar, og Reventlov er útbúgvin, ja, sum myndlistamaður á det Jyske Kunstakademi.

Tøgn er gull?
Fleiri hava mælt mær frá at ummæla Ólavsøkuframsýningina – summi av reinari hampiligheit, tí tey vilja verja meg ella onkran tey kenna, sum ikki tolir kritikk, men tað eru eisini tey, sum halda støðið vera so langt undir øllum lágmarki, at tað bara kann tigast burtur. 

Aja, tað hevði kanska ikki verið so galið? At sitið onkrastaðni við óskitnum hondum í kultiveraðum einsemi millum danskar funkismøblar og effektivar PH-lampur og lisið klókar Weekendavísir ella New York Times og P1 og BBC og púrasta givið skarvin yvir í mun til føroyska mentanarøkið. 

Men tað er ikki og fer ongantíð at vera eg at vera ov fín ella mentað at vera partur av mínum egna veruleika millum fólkini í míni samtíð. 

Eg skrivi tað, eg hugsi – hugsið tit tykkara! 

Skør skør verden
Eg veit í grundini ikki hvussu eg skal ummæla ÓF 2022, sum hevur yvirheitið SKØRA.

Heitið sipar til vøkru plantuna, sum er invasiv og óynskt og sum mann ynskir at týna. Skøran skal onkursvegna geva okkum samanhangin ella temaið á framsýningini. Eg komi ómotiverað í tankar um eitt danskt blað, sum æt “En skør skør verden”, tí tað er so óskiljandi løgið alt og hvat er tað í grundini, sum skal týnast? 

Er tað tey føroysku yrkislistafólkini? Tey, sum duga fantastiska væl og brúka alla sína tíð til listina. Er tað yrkislistin, sum eru óynskt við sínum fínu akademisku útbúgvingum, sum heldur seg vera betri enn øll hini, sum hava aðrar útbúgvingar og onnur starv enn listalig? 

Eg meini so við; vit hava ongantíð áður havt so nógv framúr fín listafólk á øllum økjum innan føroyska list sum beint nú – vit kundu lættliga skipað fyri tíggjutals ymiskum listaframsýningum við framúrskarandi føroyskari yrkislist OG dugnaligum spírum og áhugaverdum evnum, løgdu vit í. 

Og lat meg skunda mær at gera vart við, at eg sjálvandi einki havi í móti einari framsýning við donskum listafólkum, eru tey nóg áhugaverd. Sum kurator millum annað av Ólavsøkuframsýningini havi eg sjálv framsýnt myndlist hjá útlendskum listafólkum, men tó lutfalsliga fá verk av serligari dygd ella føroyskum uppruna (til dømis grafisk verk, sum eru framleidd í Steinprenti ella í samstarvi við føroysk listafólk). 

Spurningurin, sum mann noyðist at spyrja, sjálvt um hann kann kennast politiskt ókorrektur er, um ein framsýning við næstan bara donskum luttakarum sømir seg til eina føroyska tjóðarhátíð sum ólavsøkuna. 

Høvuðsleiklut
Ólavsøkuframsýningin er ein sera týdningarmikil framsýning í okkara framvegis sera ungu og skroypiligu føroysku listasøgu, har leik og lærd framsýna saman og har føroysk myndlist plagdi at eiga sín sjálvsagda høvuðsleiklut á hátíðarhaldinum. 

Soleiðis var ikki í ár. 

Mínar atfinningar eru sum so ikki vendar mótvegis fyriskiparanum, Bárði Dal Christiansen, sum er útlærdur arkitektur við stórum áhuga fyri sonevndari “Street Art”. Tað kann tessvegna ikki koma óvart á, at hann spyr fólk við royndum innan tað listaslagið, at hann spyr danskar arkitektar, designarar og gøtulistafólk, sum hann kennir, um at taka lut á framsýningini. 

Tað úrslitar í eini primert danskari Ólavsøkuframsýning, sum altso ikki er stutt flutt ella sum so burðardygg og sum ikki gjørdist savningarstaður hjá føroysku myndlistini soleiðis sum siður er á ólavsøku. 

Sæð burtur frá prosentpartinum av listasøluni, sum Listafelagið fær, verða pengarnir fyri listasøluna á ólavsøku ikki settir inn á føroyskar listafólkakontur. Alt hetta er ein nógv størri trupulleiki enn mann skuldi hildið, tí tað bendir á vantandi virðing fyri føroyskari myndlist frá okkara egnu síðu. 

Hetta kann gerast betur. 

Nevndin í Listafelagnum eigur at hugsa seg betri um og heita á kuratorar í góðari tíð, so at tey náa at skipa fyri einari føroyskari stutt fluttari, burðardyggari listaframsýning á ólavsøku við høgari góðsku hjá leikum og lærdum, so at framsýningin aftur letur føroyska myndlist hava ein náttúrligan høvuðsleiklut á ólavsøku. 

Grái veggurin tekur útsýnið á balkongini