Ung genta deyð eftir vanlukku í Tivoli Friheden

Ein 14 ára gomul genta úr Keypmannahavn doyði fyri løtu síðan í syrgiligari hending í Tivoli Friheden. Hetta váttar løgreglan í Eysturjútlandi í einum tíðindaskrivið

(Mynd: unsplash).
Kristian Waag Dam
14. juli 2022 kl. 14:35

Ein 14 ára gomul genta úr Keypmannahavn doyði fyri løtu síðan í syrgiligari hending í Tivoli Friheden. Hesum váttar løgreglan í Eysturjútlandi í einum tíðindaskrivið. Haraftrat hevur ein 13 ára gamal drongur skatt sær hondina. Løgreglan hevur boðað teimum avvarandi frá.

Løgreglan hevur váttað fyri Danmarks Radio, at tey bóðu fólk um at fara úr Tivoli Friheden, eftir at at ein borgari ringdi inn til løgregluna klokkan 12:50 danska tíð. Borgarin ringdi inn, tí ein vognur í einum russjibana sat fastur, segði hann.

- Tað er ein russjibani, sum er vorðin leysur og í hesum sambandið, tíanverri, hevur kroyst nakrar av gestunum, sum vóru í, sigur Anders Brix Christiansen, sum er hendingaleiðari í hjá sløkkiliðsliðnum í Eysturjútlandi. Sambært Tivoli Friheden, er tann aftasti vognurin í russjibananum vorðin leysur.

Sambært Henrik Ragborg Olesen, fyrisitingarstjóra í Tivoli Friheden, so fór hendingin fram í russjibananum Cobra, sum kann ferðast heilt upp til 70 kilometrar um tíman.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein slík hending er hend í júst hesum russjibananum. Í 2008 datt ein vognur av Cobra-russjibananum. Tá duttu fýra ung úr vogninum. Tey fingu, millum annað ógvuslig beinbrot og heilaskjálvta.

- Tað er nakað av tí, sum fer ígjøgnum mítt høvd í løtuni. At vit høvdu eina ólukku, sum hendi har í 2008. Eg veit ikki, um har er nakar samanhangur millum hendingarnar, tað er ov tíðiliga at siga nakað um tað, sigur Henrik Ragborg Olesen.

Í 2008 varð Cobra-russjibanin tann nýggjasti russjibanin í Tivoli Friheden. Eftir óhappið í 2008, noyddist Tivoli Friheden at lata aftur í fleiri mánaðar, meðan kanningararbeiðið fór fram.