

Unga Tjóðveldið, sum er ungdómsfelagið hjá Tjóðveldi, hevur havt landsfund. Har varð nýggj nevnd vald og hon sær soleiðis út.
Jóhannis Erlendsson, formaður, úr Havn
Marta Djurhuus Hammer, næstforkvinna, úr Søldafirði
Jógvan Jón Henriksen, kassameistari, av Sandi
Tinna Andriasardóttir Jacobsen, skrivari, av Velbastað
Ásgerð Stenberg Olsen, nevndarlimur, úr Vági
Bjørg Hoydal Brimnes, nevndarlimur, av Velbastað
Brynjar Levi Stóra, nevndarlimur, úr Havn
Villiam Meier er umboð fyri Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið
Anna Maria Venned, tiltakslimur, úr Havn
Krista Krossá Johansen, tiltakslimur, úr Havn
Tey siga, at tey fegnast um at tey hava fingið eina nevnd, sum umboðar fleiri partar í nevndini, og at kynsbýtið er so javnt, sum tað er.
Landsnevndin hevur sett sær nøkur mál, sum vit ætla at leggja serligan dent á komandi árið:
– Samfelagið hevur tørv á fólki við yrkisútbúgvingum, og tí er tað sera umráðandi, at vit tryggja lærlingumvirðiligar arbeiðsumstøður og eina løn, sum tey kunnu liva fyri, siga tey.
– Lesandi á miðnámi skulu kunna nýta føroyskt undirvísingartilfar, og tí skal ferð setast á arbeiðið at gera hetta. Møguleikarnir fyri hægri lesnaði í Føroyum skulu framhaldandi víðkast. Lesandi undir 18 ár eiga at fáa sama studning sum onnur undir somu útbúgving.
Tey vísa eisini á, at tað hevur sera stóran týdning, at ung fáa eina góða byrjan í lívinum á arbeiðsmarknaðinum.
– Tí skulu vit tryggja ungum virðiligar arbeiðsumstøður og kunning um rættindi, sáttmalar o.s.fr, siga tey.
Og so halda tey eisini, at tað verður neyðugt at byggja fleiri leigubústaðir og alment gagnligir bústaðir. Og so halda tey eisini, at bústaðarmarknaðurin skal verða fjølbroyttur við eigaraíbúðum, leiguíbúðum og lutaíbúðum.