Unga Samband finst hvassliga at Sosialistisk Ung

Unga Samband heldur at útsøgnin frá Sosialistisk Ung um at strika samstarvið við NATO er hugstoytandi og púra óskiljandi

Ragnar Sjúrðarson
20. januar 2023 kl. 10:15

Soleiðis skrivaði Sosialistisk ung um sína støðu til NATO í gjár:

"NATO 

SU tekur ikki undir við at samstarva við NATO. NATO er ein leivd av Kalda Krígnum sum hevur til endamáls at varðveita evropeiska harðræði. Retorikkurin rundan um "at vera partur av vesturheiminum" er fremmanda illviljaður og sipar til eina "vit ímóti tykkum" heimsfatan". 

Alvi Jespersen, formaður í Unga Samband, var skelkaður av skrivinum hjá Sosialistisk Ung. Alvi Jespersen svaraði soleiðis aftur, vegna nevndina í Unga Samband:

"SJÁLVANDI STUÐLAR UNGA SAMBAND NATO!

Í nýggjum uppslagi hjá Sosialistisk Ung (SU), verður víst á, at ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum ikki stuðlar verjufelagsskapinum NATO. Tað stendur millum annað:

“SU tekur ikki undir við at samstarva við NATO. NATO er ein leivd av Kalda Krígnum sum hevur til endamáls at varðveita evropeiska harðræði.”

Hetta er ein hugstoytandi og púra óskiljandi útsøgn frá Sosialistisk Ung, og vónandi er hetta ikki linjan hjá Javnaðarflokkinum, ið situr fyri borðendan í landsins leiðslu í dag!

Sjálvandi skulu vit samstarva við Vesturheimin og okkara sameindu, tá tað viðvíkur trygdar- og verjupolitikkinum hjá ríkinum. Týdningurin av at vera partur av eini verjusamgongu er av alstórum týdningi í hesum ótryggu tíðum, har frælsissúlurnar í Evropa eru stoyttar av russisku innrásini í Ukraina.

Tað er ikki einans eitt val vit taka, men okkara ábyrgd, sum borgarar í tí fría heiminum".

Vegna nevndina í Unga Samband,

Alvi Jespersen, formaður.

Linjan hjá Javnaðarflokkinum er eftir øllum at døma ikki í trá við tí hjá ungmannafelagnum.

Tá NATO radarin var til viðgerðar í uttanlandsnevndini í farna valskeiði var tað Javnaðarflokkurin sum saman við Sambandsflokkinum og Miðflokkinum átti æruna av, at vit fáa ein radara eftir ynski frá NATO.

Tjóðveldi og Fólkaflokkurin atkvøddu ímóti at fáa NATO radaran upp á Sornfelli.