Ungt summar í Havn

Tórshavnar kommuna fer nú undir nýtt tiltak við heitinum "Ungt Summar", ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár

Tíðindaskriv
23. juni 2022 kl. 10:20

Ungt Summar hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í summarfrítíðini. Hetta verður gjørt við ymsum verkstovum, sum vera á leið tríggjar dagar til longdar.

Verkstovurnar eru ymiskar; alt frá kreativum verkstovum til verkstovur úti í náttúruni. Til hvørja verkstovu verður ein verkstovuleiðari, sum leggur lag á og skipar innihaldið.

Í samband við, at tað einki Ung í arbeiði verður í ár, samtykti trivnaðarnevndin hjá Tórshavnar kommunu í apríl at royna nýtt tilboð ásannandi, at summarfrítíðin hjá teim ungu er long.

Haraftrat vil Tórshavnar kommuna skapa fjølbroyttar møguleikar, soleiðis at tey ungu kunnu dyrka teirra áhugamál ella fáa íblástur til nýggj áhugamál, samstundis sum tey ungu skapa nýggjar felagsskapir.

Ungt Summar byrjar í aðru viku í juli og varir á leið fram til ólavsøku. Verkstovurnar verða fyri tað mesta frá klokkan 11-15.

Nærri upplýsingar um verkstovur, tíðarætlan, tilmelding v.m. verða lagdar út á torshavn.fo áðrenn mánaðarskiftið, so vitjið javnan heimasíðuna hjá Tórshavnar Kommunu næstu dagarnar, um hetta er nakað, ið hevur tykkara áhuga.