Ungur maður hóttir á internetinum at rinda 7.000 krónur

Løgreglan kannar málið, men vónirnar um at finna svikararnar, eru ógvuliga lítlar

Áki Bertholdsen
15. september 2023 kl. 07:56

Aftur nú er ein maður hóttir á internetinum at rinda loysigjald fyri at myndir av honum ikki skulu verða almannakunngjørdur.

Løgreglan sigur, at talan er um ein ungan mann, sum vendi sær til løgregluna í gjár tí onkur hevði hótt hann á internetinum.

Hann hevði samskift við onkran í langa tíð, og tað samskiftið endaði við, at hann varð hótti at rinda 1.000 dollarar, ella slakar 7.000 krónur. 

Gjørdi hann ikki tað, fóru privatar myndir av honum at verða almannakunngjørdar á internetinum.

Maðurin hevur greitt løgregluni frá, at talan er um myndir, hann ikki vil, at onnur skulu síggja og tí hevur hann heldur aldrin sent nøkrum hesar myndirnar.

Sostatt kann talan vera um, at onkur hevur brotið seg inn á telduna hjá honum, ella hacka hann, sum tað eitur.

Maðurin hevur ikki rindað loysigjaldið, men hevur meldað tilburðin ístaðin. Løgreglan hevur áður boðað frá, at tað er at kalla vónleyst at finna svikarar av hesum slagi, tí teir kunnu vera í øðrum londum, ella enntá í heilt øðrum heimspørtum.

Hetta høvið nýtir løgreglan til at heita á fólk enn einaferð, um at hugsa seg serstaklig væl um, hvørjar myndir tey taka sær og leggja á telduna. 

Løgreglan heitir samstundis á fólk um at ansa væl eftir loyniorðunum og at skifta tey við jøvnum millumbili.