United takkaði fyri seinast

Í fjør vann City FA Cup finaluni ímóti grannunum í United, sum í dag reistu seg og vunnu nýggja finalu millum feløgini í Manchester

Jóannes Hansen
25. mai 2024 kl. 17:29

Tað er fagnaður og stóru lætti í reyðu Manchester leguni á Wembley, og tað er vónbrot í bláu Manchester leguni á Wembley. FA Cup finalan millum favorittarnar í Manchesgter City og Manchester United, sum skuldi reisa seg eftir soltnastu landskappingina í nógv ár, er av, og Manchester United vann 2-1.

Sigurin er heilt avgerandi, tí hann ber við sær, at Manchester United sleppur upp í part í Europa.

Merkisvert var tað, at tað vóru tveir tanáringar, sum undan steðginum løgdu United á odda bæði 1-0 og 2-0. Hetta er fyrsta ferðin síðani í 2004, at tanáringur hevur skorað í FA Cup finaluni. Ta ferðina var tað Cristiano Ronaldo, sum skoraði.

Alejandro Garnacho skoraði til 1-0, og Kobbie Mainoo økti um munin til 2-0.

Manchester City royndi eftir steðgin at svara aftur, men tað sá ikki út til at fara at eydnast. Men tveir minuttir undan at vanliga tíðin var farin, eydnaðist tað at minka um munin til 2-1, og tá ið dómarin legði sjey minuttir aftrat, var tað síðstu løtuna heilt spennandi, áðrenn dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

Tað var Jérémy Doku, sum við skoti av brotsteigarmarkinum minkaði um munin til 2-1.

Hetta er fyrsta ferðin síðani 2016, at Manchester United hevur vunnið FA Cup, og United hevur nú vunnið FA Cup tilsaman trettan ferðir.

 

Manchester City – Manchester United

FA Cup finalan leygardagin 25. mai 2024

0-1: Alejandro Garnacho 30.

0-2: Kobbie Mainoo 39.

1-2: Jérémy Doku 87.

Manchester City (4-5-1): Stef­an Ortega – Kyle Wal­ker, John Stones, Nath­an Aké (Mnau­el Ak­anji, 46.), Josko Gv­ar­di­ol – Rodri, Mateo Kovacic (Jéré­my Doku, 46.), Bern­ar­do Silva, Kevin De Bruyne (Ju­li­án Álvarez, 56.), Phil Fod­en – Erl­ing Haaland.

Manchester United (4-5-1): André On­ana – Aaron Wan-Bissaka, Rap­hael Vara­ne, Lis­andro Martín­ez (Jonny Evans, 73.), Di­ogo Dalot – Sofy­an Amra­bat, Kobbie Main­oo, Al­ej­andro Garnacho (Ma­son Mount, 90+4), Scott McTom­inay (Victor Lindelöf, 90+4), Marcus Rash­ford (Rasmus Höj­lund, 73.) – Bruno Fern­and­es