Uppskot hjá Samgonguni fer helst at gera bústaðarneyðina verri

Samgongan fær eina staðiliga áheitan um at sleppa ætlanini

Áki Bertholdsen
17. november 2023 kl. 11:36

Uppskotiðhjá samgonguni um at geva kommunum loyvi til at fara undir bústaðarbygging, saman við Bústøðum, fer ikki at bøta um bústaðarneyðina.

Tað halda tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tey halda tvørtur ímóti, at tað fer helst at gera bústaðarneyðina størri enn hon longu er.

Arbeiðsgevararnir vísa á, at parturin hjá kommununum skal ikki geva avkast og sostatt verður kappingin við tað privata, skeiklað.

Avleiðingin verður, at áhugin hjá privatum at byggja leigubústaðir fer óivað minkar og tí er tað ikki rætt, at tað koma fleiri bústaðir við hesum uppskoti, siga arbeiðsgevararnir

Hugurin hjá privatum at gera íløgur í fleiri bústaðir, fer at minka tá ið teir eisini skulu kappast við kommunur, sum brúka pengarnar hjá skattaborgarunum til at fíggja bústaðarbygging, umframt at Bústaðir longu hava skeiklað kappingna.

Tí mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag staðiliga frá at ætlanin hjá samgonguni verður sett í verk.

Tey leggja afturat, at verða tað so, at øll kunnu leiga frá einum bústaðarfelagi hjá eini kommunu og Bústøðum, merkir tað, at skattgjaldarar í kommununi veita stuðul til leigukostnaðin hjá einum parti av leigarunum í kommununi, sama hvussu stór inntøkan hjá hesum leigarum er.

Sostatt kunnu fólk við lágari inntøku koma at stuðla leigukostnaðin hjá fólki við høgari inntøku.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir heldur til at vit fáa eina skipan við bústaðarstuðuli, sum kann tryggja, at tey sum hava tørv á stuðlinum høvdu fingið hann, og ikki bara øll, sum leiga frá Bústøðum ella frá einari kommunu.