Uppskot um Suðuroyartunnilin fær kalda móttøku í Løgtinginum

Nevndin skal frá frið at arbeiða, heldur ein stórur meiriluti á Løgtingi

Áki Bertholdsen
17. november 2023 kl. 13:00

Sambandsflokkurin hevur skotið upp at ríkisveitingin til Føroya úr Danmark skal ikki verða skerd, soleiði sum samgongan hevur sett sær fyri.

Ístaðin hava tey lagt uppskot fyri Løgtingið um, at upphæddin, sum ætlanin er at skerja ríkisveitingina við, heldur verður sett í Suðuroyartunnilin.

Sambandsflokkurin sigur, at hetta økir um eginpeningin og fer eisini at bøta um okkara kredittvirði so at vit fara at fáa bíligari rentu.

Men hetta uppskotið fær kaldliga móttøku í løgtinginum. Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið og har taka bæði Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, og Miðflokkurin, frástøðu frá tí.

Tey vísa á, at nevndin, sum er sett at fyrireika tunnilin, arbeiðir eisini við at gera eina haldføringskanning og hon skal eisini vísa á, hvussu tunnilin skal fíggjast.

Og tey halda, at nevndin eigur at fáa arbeiðsfrið, og at tað er rættast at bíða eftir at hon er liðu og kemur við einum tilmæli um fíggingarleist, áðrenn støða verður tikin til, hvussu tunnilin skal fíggjast.