USA ávarar um møguligar atgerðir í Istanbul eftir at Paludan hevur brent koranir

At Rasmus Paludan gongur runt í Danmark og Svøríki og brennir koranir kann nú føra við sær, at hevndargerðir verða framdar í millum annað Istanbul

Mótmælisfólk brenna eina mynd av dansk-svenska høgrasinnaða politikaranum Rasmus Paludan uttanfyri svensku sendistovuna í Istanbul. (Mynd: Yasin Akgul/AFP/Ritzau Scanpix)
Sigurjón Einarsson
30. januar 2023 kl. 10:58

Sendistovan hjá USA í Istanbul ávarar um møgulig álop móti kirkjum, synagogum og sendistovum í Istanbul.

Hetta er aðru ferð í fýra dagar, at ein ávaring um hevndarálop verður send út, eftir at Rasmus Paludan seinastu dagarnar hevur brent koranir í Svøríki og Danmark.

Í seinastu ferðavegleiðingini ávarar amerikanska sendistovan um møgulig hevndarálop frá yvirgangsfólkum í størsta býnum í Turkalandi, Istanbul. Serliga er tað galdandi fyri býarpartarnar Beyoglu, Galata, Taksim og Istiklal, sum eru støð, har nógv ferðandi vitja.

Danska uttanríkisráðið fer ikki so langt við síni seinastu ferðavegleiðing, men danskir ríkisborgarar verða bidnir um at vera varin, tá ferðast verður í Turkalandi í hesum døgum.

– Tað er vandi fyri mótmælisgongum, ið eru rættaðar móti Danmark vegna tað, at Rasmus Paludan hevur brent koranir, stendur at lesa í vegleiðingini.