Útflutningurin minkaður við sjey prosentum

Føroyar útfluttu minni av laksi og toski fyrstu átta mánaðirnar í ár, men meira av uppsjóvarfiski, skrivar Hagstovan

Sveinur Tróndarson
18. oktober 2020 kl. 11:50

Vit útfluttu fyri 5,3 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar av árinum í ár, samanborið við 5,7 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar í fjør.

Tað vil siga, at vit fyrstu átta mánaðirnar í ár útfluttu fyri 400 milliónir krónur minni enn vit útfluttu fyri í fjør.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Afturgongdin svarar til eina minking uppá sjey prosent.

Tað eru serliga laksur og toskur, sum fylla nógv í útflutninginum, og tí er tað eisini har størsta afturgongdin er. Laksaútflutningurin er lækkaður við 200 milliónum krónum, sum gevur eina minking uppá níggju prosent, og tað er útflutt fyri 150 milliónir krónur minni av toski. Tað svarar til eina afturgongd uppá 19 prosent.

Fyrstu átta mánaðirnar av árinum í fjør útfluttu Føroyar fyri 2,454 milliardir krónur av laksi og 798 milliónir krónur av toski, og sama tíðarskeið í ár vóru hesi tøl 2,245 milliardir krónur av laksi og 643 milliónir krónur av toski.

Sjálvt um hesi tølini ikki eru so hugalig, so er ikki alt svart, kortini.

Nøgdin av toski og laksi minkaði meira enn virðið minkaði, og tað merkir í stuttum, at prísurin á bæði toski og laksi hevur verið hægri í ár enn hann var í fjør.

Eitt annað, sum vigar upp, er útflutningurin av uppsjóvarsløgunum, makreli, sild og svartkjafti. Fyri sild og makrel er eisini virðið hækkað, men tað er lækkað fyri svartkjaftin, skrivar Hagstova Føroya.