Útigudstænasta á Tvøroyri á Hvítusunnu - outdoor mass in Tvøroyri

Skipað verður soleiðis fyri, at eisini útlendingar, sum ikki skilja føroyskt, kunnu fáa nakað burtur úr - people that don’t understand Faroese can also participate in the mass

Annan hvítusunnudag verður útigudstænastu á vøllinum við Stórá
Áki Bertholdsen
24. mai 2023 kl. 13:30

Annan hvítusunnudag, tað er 29. mai klokkan 11, skipa kirkjurnar í Suðuroyar norðara prestagjaldi, og bønhúsið í Ørðavík fyri felags útigudstænastu á vøllinum við Stórá í Trongisvági. 

– Tað verður ein hugnalig løta, har okur koma saman um Guds orð og sálmasang, undir opnum himli, siga prestarnir í tíðindaskrivi.

Undir gudstænastuni verður ein søga til børnini, og Tvøroyrar hornorkestur fer at spæla. Aftaná gudstænastuna bjóða kirkjuráðini ein drekkamunn og okkurt søtt til børnini. 

Tey siga, at øll eru vælkomin - eisini útlendingar.Tvøroyrar kirkja hevur nevniliga ognað sær eitt tulkingarsett. Á útigudstænastuni hesa ferð verður hetta tulkingarsettið roynt fyrstu ferð, so at tilflytarar, og onnur, ið ikki skilja føroyskt, kunnu fylgja við gudstænastuni.

 

In English:

On the second day of pentecost (29. May) at 11.00 the churches and prayerhouse in the northern parish on Suðuroy invite to an outdoor mass on the football stadium in Trongisvágur. This will be a moment where we gather around the word of god and hymns under open sky. 

Under the mass a story will be told to the children and the brassband on Tvøroyri will participate with music.

After the mass tea, coffee, cakes and something sweet for the children will be served.

The church on Tvøroyri has recently acquired a translation machine so that people that don’t understand Faroese also can participate in the mass.

Everyone is welcome!