Væl kendur sjónleikur verður nú spældur á Tjóðpallinum

Leikurin er bygdur á eina skaldsøgu fyri ung, men hann er kortini eisini fyri vaksin - her er fleiri myndir frá leikinum

Áki Bertholdsen
11. august 2023 kl. 11:22

Í morgin, leygardagin, verður ein nýggjur leikur frumsýndur á Tjóðpallinum. Tað er leikurin, onki, sum er bygdur á virðisløntu ungdómsskaldsøguna, Intet, sum Janne Teller skrivaði og Pelle Koppel hevur gjørt til leik. Nú hevur Hans Tórgarð týtt leikin til føroyskt og Tjóðpallurin sigur í tíðindaskrivi, at hóast leikurin byggir á eina ungdómsskaldsøgu vendir hann sær bæði til ung og vaksin.

Onki er um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki. Men á fyrsta skúladegi fer hann úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at onki hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at nakað hevur týdning.

Hetta er ein leikur, sum ofta verðrur spældur á ymiskum leikhúsum og hann fekk sera góð ummæli á Fringe Festivalinum í Edinburgh í 2017. 

Harumframt er søgan eisini gjørd til operu, ið varð framførd á Kongeliga Teatrinum í 2020.

 Leikstjóri er Kristina Sundar Hansen og afturat sær hevur hon fleiri ung palllistafólk. Leikarar eru Esther á Fjallinum og Elias Magnussen. Ljóssniðgevari er Jákup S. Thøgersen og ljóðið stendur Vinjar Egilsnes Petersen fyri. 

Pallmyndin hevur ein stóran leiklut í sjálvari sýningin og hana hevur Barbara Hilduberg gjørt. 

Myndir: ©Tjópallur Føroya / Heinesen myndir