Í summar er ferðavinnan í Sandoynni í eini heilt serligari støðu, tí hetta er fyrsta summarið tey taka upp á seg við føstum sambandi til meginlandið ígjøgnum undirsjóvartunnilin.
Og Frida Poulsen, leiðari á Visit Skopun, ivast ikki í, at tað fer at merkjast.
– Vit síggja longu nú, at tað eru nógv fleiri fólk í Sandoynni enn vanligt, sigur hon.
Hon væntar, at hetta fer at vera gongdin í summar eisini og tað eru tey farin at fyrireika seg til.
– Vit hava brúkt langa tíð at fyrireika okkum til tann dagin, tunnilin læt upp, sigur hon.
Hon sigur, at tilboðini í Skopun til ferðfólk, eru tey somu í ár, sum tey hava verið. Men hon leggur aftur tað, tey arbeiða nógv við, er at skipa tey betur, og at leggja tey í eina fastari legu enn tey hava verið.
Arbeitt verður eisini við, at tær tænastur, sum hava við ferðavinnuna at gera, skulu hava fastari upplatingartíðir, enn tey kanska hava havt.
Samstundis hava tey ruddað og hampað um í bygdini, og fleiri skelti eru sett upp at vegleiða ferðafólk.
Bæði einsamøll og við ferðaleiðara
Í Skopun hava tey fleiri gongutúrar, sum liggja í eini fastari legu.
Ein túrur er á Líraberg, hann er væl skipaður og har ber væl til at fara uttan at hava ferðaleiðara við.
Ein annar túrur er at ganga eftir gøtuni niðan á Hamaran, har er heldur ikki neyðugt við ferðaleiðara.
Annars hava tey fleiri aðrar túrar við ferðaleiðari, eitt nú yvir á vestursíðuna.
Ein túrur er ein sera vælumtóktur túrur ígjøgnum bygdina við sjálvum borgarstjóranum, Gerhardi Lognberg, sum frásøgumanni.
Ikki nógv pláss
Hinvegin hava tey ikki nógv pláss til fólk at gista, í hvussu so er ikki einstaklingar, ella familjur.
– Vit hava eitt summarhús í Skopun, sum verður leigað út, sigur Frida Poulsen. Hinvegin hava tey góðar møguleikar til skúlaflokkar og aðrir skúlar, bæði skúlan og ungómshúsið, og í Neystinum hava tey veitsluhøli, har tað ber til at borðreiða fyri størri bólkum.
Og tað er tað ofta, tí tey eru von við at hava arbeiðspláss í Skopun á Starvsfólkaútferðum.
Nøkur stór tiltøk
Í summar hava tey eisini tvey stór tiltøk í Skopun. Vikuskiftið, 31. mai - 1. juni, eru várdagar, har nógv fólk plaga at samlast.
Tað er eitt tiltak har alt er ókeypis, eisini veitslan í Samljóði um kvøldið við borðhaldi og dansi.
Í fjør høvdu tey 300 fólk til borðs og tey vænta sær fleiri í ár.
Annars er felags morgunmatur leygarmorgunun, men alt vikuskiftið eru hugnaløtur við sangi, line-dansi, fyrilestrum, umframt annað.
Og so hava tey eisini eina myndaframsýning um samferðslusøguna hjá Skopun, eitt nú við øllum ferðafólkaskipunum, sum hava siglt upp á Skopun.
Ætlanin er eisini at taka summaritiltakið við Norðaravatn upp aftur, og somuleiðis kappkoyringina við kassabilum - men hesi tiltøkini eru ikki løgd í fastar karmar enn.