Vakmyndatól skulu avdúka iranskar kvinnur uttan turriklæðið

Í eini roynd, at fáa fleiri kvinnur at fylgja hijablógini, fer iranska løgreglan nú at seta upp vakmyndatól á fleiri almennum støðum

Ragnar Sjúrðarson
8. apríl 2023 kl. 15:36

Myndatólini skulu sambært løgregluni nýtast til at eyðmerkja og revsa kvinnur, ið ikki eru dekkaðar eftir hijablógini á gøtunum. Tá kvinnurnar verða kendar aftur, fara tær at fáa eini SMS boð, ið ávara við avleiðingunum.

Tað hevur iranska løgreglan í dag boðað frá sambært Reuters.

Fráboðanin frá løgregluni hevur mælt eigarum av fyritøkum til at “fylgja við samfelagsfyridøminum”.

Fleiri djarvar kvinnur í Iran hava droppað turriklæðið og stríðst í móti hijablógini, síðan tann 22 ára gamla Jina Mahsa Amini í september doyði, meðan hon var í varðveitslu hjá moralløgregluni í høvuðsstaðnum Teheran. 

Í undanfarnu viku segði leiðarin av teimum iransku dómstólunum, Gholamhossein Mohseni Ejei, at kvinnur, ið ikki bera turriklæðið í almenna rúminum, verða rættarsøktar “uttan náði”.