Síðan 2015 er talið av nýggjum bústøðum vaksið við 1.524 bústaðareindum. Tað er sethús, raðhús og íbúðir.
Samstundis sum fólkatalið er vaksið við 5.609 fólkum í sama tíðarskeiði.
Tað skrivar Hagstova Føroya, sum kunnger hesi tøl í dag.
Hagstovan skrivar, at eingin fullfíggjað bústaðarskráseting er. Tí verða skrásetingarnar hjá SEV viðvíkjandi gjøldum fyri (ný)íbindingar í elkervið nýttar.
- Við hesum fæst ein ábending um, hvussu nógvir nýggir bústaðir verða bygdir. Til og við 2008 eru allar nýbyggingar skrásettar sum sethús. Men frá 2009 eru nýbyggingarnar bólkaðar í sethús, raðhús og íbúðir, skrivar Hagstovan.
Í yvirlitinum niðanfyri sæst, at stórar broytingar eru hendar í byggiháttinum seinastu árini.
Frá 2009 var sera stór minking í byggingini av nýggjum bústøðum, úr 274 í 2009 niður í 71 í 2014. Men frá 2017 veksur talið aftur líðandi upp í 331 nýggjar bústaðir í 2022.
Samstundis hendir stór broyting í byggiháttinum, tí nú eru íbúðir og raðhús nógv størsti parturin av nýggjum bústøðum. Síðstu 8 árini var talið av nýggjum sethúsum 652, meðan talið av nýggjum íbúðum og raðhúsum var 872.
Vaksandi fólkatal og bústaðareindir fylgjast ikki at
Á myndini niðanfyri eru nýbygging og fólkavøkstur samanborin. Her sæst, at fólkatalið var áleið óbroytt fram til 2015 og síðan fór at vaksa.
Øvugt hevur verið við bústaðarbyggingini, sum heilt fram til 2020 er dragnað nógv í mun til fólkavøksturin. Tað vil siga at hetta tíðarskeiðið er bústaðartrotið bara økt ár eftir ár, skrivar Hagstovan.