Vápnahvíld í Yemen

Í sjey ár hevur tað verið kríggj í Yemen, tó hava báðir partarnir samtykt eina vápnahvíld, sum byrjaði í gjár. Møguliga kann vápnahvíldin vera byrjanin á endanum av krígnum í Yemen.

Mynd: EPA
Kristian Waag Dam
3. apríl 2022 kl. 11:01

Síðan kríggi í Ukraina fór á rull hevur nógv verið at hoyrt og sæð í fjølmiðlunum um kríggið. Hóast tað kann tykjast soleiðis, so er tað ikki einans kríggj í Evropa í løtuni. Í Yemen hevur borgarakríggj leika á síðan 2014, hóast mong ikki hava givið sær far um tað. Dagurin í gjár var ein serstakur dagur í Yemen. Hetta tí at klokkan 17 føroyska tíð í gjár, byrjaði vápnahvíldin í Yemen. Vápnahvíld er ikki serstakt í krígshøpi, men hetta er hóast alt tann fyrsta landsumfatandi vápnahvíldin í Yemen síðan 2016. Vápnahvíldin var samtykt av báðum pørtunum. Tað vil siga stjórnini í Yemen og houthi-uppreistrafólkinum. Avtalað var at vápnahvíld skal verða í tveir mánaðar. Eisini er møguligt at leingja vápnahvíldina.

Áhaldandi kríggið hevur borið við sær, at støðan í Yemen nú er hættislig. ST hevur áður boðað frá, at støðan í Yemen, er tann størsta menniskjaliga kreppan í heiminum í løtuni. Við ársenda í 2021 meti ST, at áleið 377.000 menniskju eru deyð samanlagt, orsakað av krígnum. Antin av krígsførslu ella av øðrum beinleiðis deyðiligum fylgjum av krígnum, til dømis sjúku og svongd. Sambært ST, eru 24 milliónir íbúgvar í Yemen, harav hava 14 milliónir hava tørv á bráðfeingishjálp.

-Endamálið við hesi vápnahvíld, er at geva fólkinum í Yemen ein steðg frá bardøgunum, at lætta um menniskjaligu líðingina og týdningarmest av øllum, eina vón um ein loysn er møgulig. Soleiðis segði sendimaðurin, Hans Grundberg, hjá ST, um núverandi støðuna í Yemen.

Høvuðsorsøkin til ruðuleikarnar í Yemen var stjórnarkvettið í 2014. Mótpartarnir í borgarakrígnum er sjálv stjórnin í Yemen og houthi-uppreistrafólkini, sum umboða tað shiitiske fólkið í norðara partinum av Yemen. Houthi-uppreistrafólkini vera stuðla av Iran, ímeðan stjórnin í Yemen verður stuðla av Saudiarabia. Borgarakríggið byrjaði, tá houthi-uppreistrafólkini á heysti í 2014, løgdu høvuðsstaðin, Sanaa, og onnur økir norðarlaga í landinum undir seg. Í februar 2015 setu houthi-uppreistrafólkini táverandi forsetan, Abed Rabbo Mansour Hadi, frá sum forseta. Stutt eftir stjórnarkvettið fór Saudiarabia uppí leikin, fyri at stuðla frákoyrda forsetanum og gera hann til forseta aftur. Síðan tá hevur kríggið av álvara tikið dik á seg.

Ivasamt er um báðir partarnir fara at megna at halda vápnahvíldina í tveir mánaðar. Tó er vápnahvíldin, sum byrjaði í gjár, størsta stigið at einari friðarligari loysn í sjey áralanga krígnum higartil.