Veðurlagslóg Nú! og FNU: Steðgið oljuleitingunum umgangandi

Oljufeløg spyrja javnan Jarðfeingi um dátur, skrivar Kringvarpið í dag. - Hetta eigur at steðga umgangandi, skriva feløgini Veðurlagslóg Nú og FNU

Veðurlagslóg Nú! og FNU
21. november 2022 kl. 16:32

Oljuleitingar bera ikki eina góða og trygga framtíð við sær. Tvørturímóti. Framleiðsla og brenning av koli, gassi og olju eru beinleiðis orsøk til, at vit eru í eini veðurlagskreppu, sum tekur lívið av og oyðileggur lívið hjá milliónum av fólki hvørt ár.

At halda upphitingini undir 1,5 hitastig snýr seg ikki bert um eitt tal, tað snýr seg um mannalív. Tí mugu vit gera alt, sum vit eru ment fyri at minka munandi um útlátið komandi árini.

Fyri at røkka málunum í parís-sáttmálanum kunnu vit snøgt sagt ikki framleiða nýggja olju. Avleiðingarnar eru katastrofalar. Hinvegin vísur ST og altjóða orkustovnurin, IEA, á, at oljuframleiðslan skal minka á hvørjum ári fram til 2030.

Oljan er heldur ikki bílig. Hvørki at framleiða ella at brúka. Sum dømi kunnu vit nevna, at oljuboringin í 2014 í føroyskum øki kostaði eina heila milliard. Pengarnir fóru í luftina, tí sum øllum kunnugt, var brunnurin tómur. Í dag kennir meiniga fólki ógvusligu avleiðingarnar av, at vit enn eru so bundin av oljuni. Tað er nevniliga munandi dýrari at brúka olju til upphiting og ferðslu heldur enn el.

Latið tí oljuna liggja og brettið upp ermar og setið ferð á grøna orkuskiftið!

Veðurlagslóg Nú! og FNU

Kelda: The Production gap