Veðurlagsvirðislønin varð handað Skála skúla

- Ungdómurin gongur á odda fyri broytingum kring heimin. Lærarafelagið vil, at føroyski skúlin í størri mun eggjar børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, so at børn og ung fáa øktan áhuga í at finna loysnir, greiðir Føroyar Lærarafelag frá.

Katrin Joensen-Næs
9. mai 2021 kl. 12:00

Føroyar Lærarafelag var á aðalfundi í gjár, og á fundinum varð veðurlagsvirðisløn Føroyar Lærarafelag handað.

-   Ungdómurin gongur á odda fyri broytingum kring heimin. Lærarafelagið vil, at føroyski skúlin í størri mun eggjar børnum og ungum at arbeiða við veðurlags- og umhvørvisavbjóðingum, so at børn og ung fáa øktan áhuga í at finna loysnir, greiðir Føroyar Lærarafelag frá á teirra heimasíðu.

Veðurlagsvirðisløn varð handað Skála skúla í gjár. Hetta er aðru ferð, at hendan virðislønin verður handað.

-   Vinnarin av Veðurlagsvirðisløn Føroyar Lærarafelags er ein skúli, ið hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum, sigur Lærarafelagið Í grundgevingina fyri at lata Skála skúla virðislønina.

14 apríl var umsóknarfreist á heimasíðuni hjá Føroyar Lærarafelag, og við í umsóknin ber til at viðfesta frágreiðing um tiltøk, úrslit ella viðmæli frá triðjaparti.

Virðislønin verður latin skúla, ið hevur lokið minst eitt av hesum krøvum:

-   Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.

-   Verið virkin í arbeiði at økja tilvitanina um, hvussu veðurlagsavbjóðingar kunnu loysast, eitt nú við staðbundnum loysnum innan orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning.

-   Fingið burðardygga menning við í arbeiðið ella undirvísingina á skúlanum.

Vinnarin fær eitt heiðursbræv og 25.000 krónur. Føroyar Lærarafelag vil, at peningurin í mestan mun fer til at arbeiða víðari við veðurlagsavbjóðingum.

Tríggir limir eru í dómsnevndini. Føroyar Lærarafelag, Betri og Føroyar Náttúru- og Umhvørvisfelag velja hvør sítt umboð. Umboð Føroyar Lærarafelags er formaður í dómsnevndini, og skrivari Føroya Lærarafelags er skrivari í dómsnevndini.