Veljararnir venda nýggju donsku stjórnini bakið

Veljarakanning vísir, at um val hevði verið nú, so hevði undirtøkan hjá samgonguflokkunum minkað úr 89 og niður í 68 fólkatingslimir

Jóannes Hansen
26. januar 2023 kl. 17:20

Tað er synd at siga, at danir hava tikið væl ímóti stjórnini, sum Socialdemokratiet, Venstra og Moderaterna skipaðu stutt undan jólum.

Á valinum 1. november vunnu teir tríggir flokkarnir 89 fólkatingslimir umframt at allir fýra norðuratlantisku fólkatingslimirnir verða roknaðir í parlamentariska grundarlagið.

Nú vísir kanning, at um tað hevði verið fólkatingsval nú, so høvdu teir tríggir stjórnarflokkarnir mist tilsaman 21 tingsessir. Kanningina hevur Megafon gjørt fyri TV2 og Politiken.

Undirtøkan hjá Sosialdemokratunum er minkað úr 27,5 og niður í 21,7 prosent. Tað svarar til 12 færri fólkatingslimir.

Undirtøkan hjá Vinstra er minkað úr 13,3 og niður í 8,8 prosent. So lítla undirtøku hevur Vinstra ongantíð áður upplivað. Um tað var val nú, so hevði Vinstra mist sjey fólkatingslimir. Soltnasta undirtøkan á fólkatingsvali higartil var í 1987, tá ið 10,5 prosent atkvøddu fyri Vinstra.

Moderaterne vunnu á valinum 9,3 prosent, og nú siga 7,7 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri flokkinum hjá Lars Løkke, um tað var val nú. Afturgongdin hevði verið tveir fólkatingslimir.

Millum orsøkirnar til, at samgonguflokkarnir missa undirtøku, verða sagdar at vera, at veljarar hjá bæði Sosialdemokratunum og Vinstra siga seg vera vónbrotnir av, at teirra flokkur er farin í samgongu við arvafíggindan. Og so er misnøgdir stór við, at stjórin ætlar at strika dýra biðidag sum halgidag.