Verkfall: Nú seta eisini arbeiðsgevarar tiltøk í verk

Arbeiðsgevarar fara nú at hvessa sær knívin í verkfallinum  

Arbeiðsgevarar skulu ikki góðtaka blokadur, sum teir halda eru ólógligar
Áki Bertholdsen
8. juni 2024 kl. 15:20

Nú semingsroyndin í gjár endaði úrslitaleys, eru arbeiðsgevararnir farnir at hvessa sær knívin, og nú fara eisini teir at seta tiltøk í verk

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur biðið sínar limir um at halda fram við sínum vanliga virksemi, við tí arbeiðsmegi sum er tøk, sigur Vinnuhúsið.

Tey orða tað soleiðis, at Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at gera sítt fyri at fáa samfelagið at virka so vanligt, sum til ber, í hesari verkfalsstøðuni.

Tað merkir, at Arbeiðsgevarar hava hitt á limir sínar um ikki at góðtaka ólógligar blokadur.

– Tey starvsfólk, sum ikki eru í verkfalli, eru til arbeiðis sum vant, og loysa sínar vanligu uppgávur, so væl, sum ber til.

Arbeiðsgevarafelagið sigur eisini, at fyritøkur skulu ikki, uttan víðari, góðtaka tey krøv ella tær treytir, sum arbeiðarafeløgini seta fyri at geva undantøk frá verkfallinum, ella undantøk frá blokadum.

– Vit høvdu vónað, at semingsroyndin fór at enda við einari semju, men nú eingin vilji var at samráðast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað vera sína skyldu at virka fyri, at samfelagið kann virka so vanligt, sum tað ber til í einari verkfallsstøðu, sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi, í tíðindaskrivi.