Verkfall: Strandferðslan sleppur at sigla sum vanligt

Men onkrar avmarkingar eru kortini

Áki Bertholdsen
13. mai 2024 kl. 22:15

Síðani arbeiðarafeløgini boðaðu frá verkfalli, hevur stórur ivi verið um, hvussu fer at verða við siglingini hjá Strandferðsluni.

Sum vit hava skrivað, tvíhalda fakfeløgini um, at verkfallið eisini fevnir um tey, sum loysa og binda skipini og so kunnu skipini ikki sigla. 

Men tey hava eisini sagt, at tey høvdu onga ætlan um at raka suðuroyingar, og útoyggjarnar, harðari enn fólk á meginlandinum, so tey ætlaðu ikki at leggja skipini hjá Strandferðsluni.

Hinvegin hava Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tvíhildið um, at arbeiðsfólk hjá kommunum og stovnum undir landinum, hava ikki heimild at fara í verkfall. Tí var ætlanin eisini at leggja málið fyri fasta gerðarrættin sum skundmál seinni í kvøld við kravi um, at tað er ólógligt hjá teimum at fara í verkfall.

Strandferðslan hevur spurt seg fyri hjá arbeiðarafeløgunum í dag og nú hava arbeiðarafeløgini svara.

Og keldur í arbeiðarafeløgunum siga, at Strandferðslan fær undantaksloyvi at sigla sum vanligt - men tey fáa ikki loyvi til at føra farm. Enn er kortini eingin váttan komin frá Strandferðsluni um hetta.

Men tað merkir, at sama um almennu arbeiðsgevararnir fáa viðhald í rættinum, ella ikki, fara skipini at sigla.

Hinvegin kann eitt undantaksloyvi takast aftur - men tað kann dómurin í gerðarrættinum ikki, so nú verður bíðað eftir, hvat endaliga støðan er.