Barnagarðurin Mýrifípan og forskúlin Gluggin, hjá Tvøroyrar kommunu, verða stongd, nú reingerðarfólkini eru farin í verkfall. Reinføri er ein sera tíðandi partur á dagstovnum, og Tvøroyrar kommuna metur út frá heilsufrøðuligum sjónarmiði, at tað ikki er ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovnunum.
Hesum boðar Tvøroyrar kommuna frá á heimasíðu sínari.
Kommunan hevur tikið avgerð um at fremja fylgjandi broytingar, so leingi verkfall er, ella inntil møgulig undantøk verða givin:
Vøggustovan verður stongd frá í dag, mikudegnum 15. mai 2024
Barnagarðurin verður stongdur frá og við fríggjadegnum 17. mai 2024
Frítíðarskúlin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai 2024
Forskúlin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai 2024
Tvøroyrar kommuna sigur at enda, at kommunan fylgir støðuni, og henda broytingar, verður kunnað um tað alt fyri eitt.